Mixed Zone-poddurin: Gibraltar - Føroyar 0-1

Mixed Zone-poddurin: Gibraltar - Føroyar 0-1
Kringvarpið tosaði við Atla Gregersen, Mattias Lamhauge, Jóannes Bjartalíð, Trygva Absalonsen og Agnar Prestá eftir 1-0 sigurin á Gibraltar
 
09.09.2025 - 10:25

Nú siktar manslandsliðið í fótbólti eftir stigametinum. Tað segði Atli Gregersen, hjálparvenjari, við Trónd Arge í Mixed Zone-poddinum.

Við 1-0 sigrinum á Gibraltar komu Føroyar upp á seks stig, og tískil mangla bert fýra stig í at taka gamla metið upp á níggju.

Í oktober vitja Montenegro og Kekkia á Tórsvølli, áðrenn Kroatia tekur ímóti Føroyum í síðsta bólkadystinum í november. Harumframt ber til at enda frammanfyri Montenegro, sum eisini hevur seks stig.

Tróndur Arge tosaði eisini við Mattias Lamhauge, sum tók av, nú hann fekk málmanskjansin, Jóannes Bjartalíð, sum royndi seg ímóti Crystal Palace fyri kortum og við miðlamenninar frá FM1 og Portalinum Trygva Absalonsen og Agnar Prestá.

 

250908_GGIBFO_MIXED_ZONE_PODDURIN

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214