- Tíðindi, mentan og ítróttur
Akademia skal stimbra almennu mentanina og menningina

So eru tey bæði aftur at hoyra í útvarpinum, Jógvan D. Hansen, námslektari á Fróðskaparsetri Føroya, og Armgarð Arge, teolog og útvarpsvertur.
Í sendirøðini "Filosoffarnir", ið fyrstu ferð bleiv send í útvarpinum frá 2011 og til 2013, og sum kann hoyrast á KVF Ljóð, viðgjørdi tey bæði kenda filosoffar.
Í nýggju sendirøðini "Akademia" umrøða tey filosofisk evni, og á tann hátt taka tey tráðin upp eftir "Filosoffarnar".
"Sendingin skal stimbra almennu mentanina og menningina," staðfestir Armgarð Arge, vertur.
Hugsa sjálv/sjálvur
Fyrsti partur bleiv sendur í gjár, sunnudagin, klokkan 14.15, og var evnið "hugsa sjálv/ur".
"Sendingin viðger hetta, at hava dirivi at nýta egið vit og skil," greiðir Armgarð Arge frá. "Ikki vera dovin ella undanstøkkinr, so tú bara fert við streyminum, men vís eldhugað og engagement sjálv/ur."
"Mann kann hugsa móti Immanuel Kant, men mann kann ikki hugsa uttan Kant," staðfestir Jógvan D. Hansen, námslektari, í fyrsta partinum, tá hann greinar tekstin hjá Immanuel Kant "Hvat er upplýsing?" .
"Kant staðfestir, at vit menniskju eru frá upphavinum ikki býtt, men vit hava ikki støðufesti til at seta okkum niður at hugsa. Vit eru ov dovin. Vit hava ikki bindini at hugsa sjálvi, tí tað at hugsa, tað kann vera strævið."
Sum dømi, so vísir Jógvan D. Hansen á, at ofta, tá fólk koma heim um kvøldarnar, so velja tey heldur at seta seg við Netflix, enn at seta seg niður at hugsa og gruna um tilveruna.
"Og tað er heldur ikki uttan vanda at hugsa," leggur Jógvan D. Hansen, námslektari, afturat. "Tað kann koma okkum í óføri at hugsa, um vit seta okkum upp ímóti vanligu vanahugsanini. Kendasta dømið er Sokrates, ið bjóðaði vanahugsanini av, og tað kostaði honum lívið."
Filosofikum
Akademia tekur annars útgangsstøði í útbúgvingini "filosofikum". So langt síðani sum 1675 undirvísti mann í filosofikum á universitetum.
Hetta bleiv gjørt fyri at brynja tann lesandi til lesturin og eisini geva menniskjanum eitt sokallað "alment dannilsi".
Tað eru spurningar sum at hugsa, hvør eri eg, Guð, náttúran, moralfilosofiskar spurnignnar o.s.fr.
Filosofikum, sum fak, hvarv í 1971, tó ikki í Norra. Í dag dagar tað undan aftur og komið er eftir, at tað er skilagott at undirvísa í hesum.
"Á Fróðskaparsetrinum undirvísa tey í filsofikum, og bókin, sum vit brúka sum grundarlag undir hesum sendingum, er tann sama, ið tey lesandi brúka, og hon eitur: 'at vera, at vita, at gera'," greiðir Armgarð Arge frá.
Hvat: Akademia
Hvar: Í útvarpinum og á KVF Ljóð
Nær: Sunnudagar kl. 14.15, og tá tað passar tær á KVF Ljóð























