Grót ruddi oman á vegin í Kaldbaksbotni

Grót ruddi oman á vegin í Kaldbaksbotni
Løgreglan noyddist at leiða ferðsluna, til Landsverk hevði ruddað steinin burtur
Mynd: Sigrún H. Brend  
 
26.11.2013 - 14:27

Eingin skaði var, tá ein stórur steinur rullaði oman á vegin í Kaldbaksbotni um eitt tíðina í dag. Vanliga er nógv ferðsla á hesum vegateininum.

Løgreglan varð boðsend, og leiddi ferðsluna fram við steininum, sum vigaði eini tvey tons. Hann var meiri enn ein metur til longdar og 70 centrimetrar til hæddar.

Fólk frá Landsverki vórðu eisini boðsend, og tey ruddaðu steinin burtur av vegnum. Síðani kundi ferðslan halda fram sum vant.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037