Útlendsk arbeiðsmegi verður alment stuðlað til ikki at arbeiða

Útlendsk arbeiðsmegi verður alment stuðlað til ikki at arbeiða
Ruth Vang, landsstýriskvinna, sigur, at útlendska arbeiðsmegin er vorðin ein vaksandi partur av fiskavirkisskipanini
Ein vaksandi partur av útlendsku arbeiðsmegini er í fiskavirkisskipanini, hevur ALS víst á. (Savnsmynd)
 
10.09.2025 - 14:58

Tað gevur lítla meining innflyta arbeiðsmegi, sum verður alment stuðlað til ikki at arbeiða. Skulu Føroyar mennast sum land, er neyðugt, at tilflytingin gevur eitt týðandi ískoyti til samfelagið.

Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sum hevur svarað fyrispurningi frá Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingskvinnu, um kostnaðin av arbeiðs- og uppihaldsloyvum og familjusamanføring.

Nýggjasta frágreiðingin hjá Búskaparráðnum vísir, at níggju prosent av samlaða starvsfólkatalinum eru útlendingar.

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna.

 

Vaksandi partur av fiskavirkisskipanini

Tølini vísa, at útlendingar fylla støðugt meira í fiski- og framleiðsluvinnuni. Sagt verður, at fiskavirkisskipanin virkar sum vinnustuðul og fastheldur arbeiðsmegi ívinnu, sum liggur still, meðan stórur tørvur er á arbeiðsmegi aðrastaðni í búskapinum.

Tølini fyri útlendska arbeiðsmegi benda á, at útlendska arbeiðsmegin nú savnast um hesar vinnur, og sambært ALS eru útlendingar ein vaksandi partur av fiskavirkisskipanini.

 

Eyðdis Hartmann Niclasen, løgtingkvinna. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Eiga at tora at seta krøv

Ruth Vang sigur í svarinum til Eyðdis Hartmann Niclasen, at tað krevst ikki bara góð integratión og almenn fyrisiting at taka ímóti útlendskari arbeiðsmegi.

- Tað krevur eisini, at vit tora at seta krøv til tey, sum koma, og at vit ikki hava skeiklandi skipanir, sum eggja til ein óeffektivan vinnubygnað. M.a. tí haldi eg, at vit eiga hyggja at, um tað gevur meining við eini fiskavirkisskipan frameftir, sigur Ruth Vang.

Les alt svarið her.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. juni
Morgunlestur fríggjadagur 26.juni 2026
209943
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087