Vikugesturin: Tann fitti floksformaðurin

Vikugesturin: Tann fitti floksformaðurin
Øll geva honum skotsmálið, at hann er fittur og fyrikomandi. Sjálvur sigur hann seg vera innvendan. Men hvussu væl hóskar alt tað til at vera floksformaður og løgmansevni
Beinir Johannesen sær út til at stevna beinleiðis móti løgmanssessinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.09.2025 - 13:29

Hann kom longu 19 ára gamal upp í politikk, tá ið hann sum landingarmaður á Kósini var valdur í Klaksvíkar býráð. Longu trý ár seinni kom hann buldrandi inn á løgtingið við 998 atkvøðum sum fyrstvaldur á fólkaflokslistanum. Og í 2022 fekk hann 1688 atkvøður, nú hann sum bara 25 ára gamal hevði yvirtikið formanssessin í Fólkaflokkinum, sum hevði stórar trupulleikar innanfloks.

- Tað var ein øgiliga keðilig støða og keðilig tíð beint tá fyri flokkin. Og eg var eisini rættiliga keddur um, at hesar ósemjurnar blivu lagdar á blik, heldur enn at tær vóru hildnar innanhýsis. So endaði tað við, hetta kvøldið, at eg bleiv formaður. Val var útskrivað dagin fyri, og so kann man spyrja, nær rætta løtan er at gerast formaður. Tað var nokk ikki tann upplagda tíðin, um man skal tosa um, hvør er tann rætta løtan.

Við Beini við róðrið er Fólkaflokkurin reistur aftur, og tað er við einum formanni, sum er grundleggjandi øðrvísi enn sínir undanmenn.

Beinir Johannesen viðgongur í hesi samrøðuni, at hann er innvendur og heldur smæðin av lyndi, og hann er ikki tann, sum heldur seg fram at mikrofonini, men tað hevur hann arbeitt við, tí tað krevur politiski leikluturin.

Eitt, sum nógv siga um Beinir Johannesen sum persón er, at hann er ein ógvuliga fittur og fyrikomandi persónur. 

- Beinir er ein ótrúliga savnandi persónur. Øllum dámar Beinir, sigur Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir, sum er einasta tingkvinnan hjá Fólkaflokkinum. 

- Hann er loyvalur, lokalur og fittur. Ein stuttligur og positivur persónur, sigur Jákup B. Andreasen, liðformaðurin í KÍ, sum er barndómsvinur við Beinir Johannesen.

Sjálvur heldur Beinir Johannesen, at hetta eru eginleikar og virði, sum hann hevur fingið lagt í seg frá barnsbeini. 

Hoyr samrøðuna við Beinir Johannesen, har vit eisini koma inn á hansara bakgrund, uppvøkstur og hvat hann leggur dent á sum ungur formaður í einum politiskum flokki.

1763585

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. februar
Morgunlestur fríggjadagur 20.februar 2026
204091
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Rick Hughes um Redemption
203230
Hósdag 19. februar
Eitt korter við Jazztónleiki
204472
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín móðir
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498