10 vilja vera brekumboð

10 vilja vera brekumboð
Tá starvið varð lýst leyst fyrru ferð, komu fimm umsóknir. Nú eru fimm umsóknir komnar aftrat
Tilsamans 10 umsóknir eru komnar til starvið sum brekumboð.
Mynd: MEGD  
 
15.09.2025 - 16:00

10 umsóknir eru komnar til starvið sum brekumboð.

Freistin fór á middegi í dag.

Í juli varð starvið sum brekumboð lýst leyst, og tá komu fimm umsóknir.

Jeanette Ellefsen Blaasvær, deildarleiðari í Almanna- og Mentamálaráðnum, segði tá við Kringvarpið, at setanarbólkurin vildi hava fleiri umsóknir, og tí varð avgjørt at lýsa starvið leyst av nýggjum.

Nú, ið freistin er farin í seinna umfari, eru fimm umsóknir komnar aftrat, og sostatt eru 10 umsóknir tilsamans.

Starvið verður sett 1. novembur, ella eftir nærri avtalu.

Brekumboðið skal virka um alt landið, og starvið er staðsett í Klaksvík.

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572