Jórun Mai Smith skrivaði judosøgu

Jórun Mai Smith skrivaði judosøgu
Jórun Mai Smith gjørdist um vikuskiftið fyrsti føroyingur, ið kappaðist í tillagaðum judo í altjóða kapping í Póllandi
Jórun Mai Smith og Sanna Nolsøe Djurhuus, venjari, til kapping í Póllandi
Mynd: Gabi Juan/eju.net  
 
15.09.2025 - 18:25

Jórun Mai Smith gjørdist um vikuskiftið fyrsti føroyingur, sum kappaðist í sonevndari adapted judo-kapping í Póllandi. 

Hon hevur downsyndrom og venur í Havnar Judofelag.

 - Vit venja ikki adapted judo ella servenjing, men hava altíð havt íðkarar við serligum tørvi við í vanligu venjingini. Onkur hevur rørslutarn, og onkur hevur menningartarn, men øll venja saman, sigur Sanna Nolsøe Djurhuus, venjari og skrivari í Judo Føroyum í samrøðu við heimasíðuna hjá evropeisku judosamgonguni. 

Jórun Mai Smith byrjaði at íðka judo sum 10 ára gomul, og hon vísti skjótt hegni. Í Føroyum hevur ikki borið til at kappast í tillaganum judo, og tí kemur væl við, at tað nú ber til at kappast uttanlands, sigur Sanna Nolsøe Djurhuus við eju.net.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846