Kommunurnar fáa alt demensøkið

Kommunurnar fáa alt demensøkið
Almannaverkið fer tó framvegis at veita hjálpartól til teirra, sum ikki eru á sambýli ella ellis- og røktarheimum, og Almannaverkið fer eisini at hava alkoholdemens
Stýrið í Kommunufelagnum. Landsstýrið skjýtur nú upp, at alt demensøkið verður latið kommununum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.09.2025 - 08:14

Almanna- og Mentamálaráðið ætlar nú at hava tænastuna til teirra, sum hava demens, á einum staði.

Tað eru bæði tey, sum eru yngri enn 67, og tey, sum eru 67 ár ella eldri.

Síðani eldraøkið var latið kommununum í 2015, hevur ofta verið frammi, at fólk undir fólkapensjónsaldur, sum hava demens, detta niður ímillum skipanir, tað eru skipanir hjá landi og kommunum. 

Uppskotið hjá landsstýrinum er at lata kommununum alt økið. 

Men Almannaverkið fer tó framvegis at veita hjálpartól til øll fólk við demensi, sum ikki búgva í sambýli ella ellis- og røktarheimi hjá kommununum. Almannaverkið fer eisini at hava alkoholdemens.

 

Dagtilboð og umlætting til fólk við demensi kosta Almannaverkinum 4,6 mió. kr. í ár. Henda játtanin skal latast kommununum.

 

Eru dottin niður ímillum skipanir

Markamótsnevndin hevur avgjørt, at landið skal veita dagtilboð og umlætting til fólk við demensi undir fólkapensjónsaldri.

Kommunurnar skulu veita búpláss.

Men kortini detta fólk niður ímillum skipanirnar.

Tí ætlar landsstýrið nú at steðga.

Dagtilboð og umlætting til fólk við demensi kosta Almannaverkinum 4,6 mió. kr. í ár.

Hesir pengar vera fluttir kommununum, stendur í viðmerkingunum um lógaruppskotið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928