KAKUMiKS er klárt til triðja umfar – vit leita eftir nýggjum luttakarum

Um KVFTíðindi
KAKUMiKS er klárt til triðja umfar – vit leita eftir nýggjum luttakarum
Vit gera klárt til triðja umfar av stuttligu bakikappingini og leita eftir luttakarum í aldrinum 9-14 ár
 
07-01-2026

KAKUMiKS er sera væl umtókt, so sjálvandi endurtaka vit gleðina í køkinum við einum nýggjum umfari. Í KAKUMiKSi skulu 16 børn kappast um at baka kakur, tvey á hvørjum liði. Tey skulu brúka alt sítt góða handverk og skapandi evni fyri at koma allan vegin í finaluna.

Vertur í sendingini er Svend Danielsen, og á ferðini fáa luttakararnir eisini hjálp frá kendum hjálparbakarum.

 

S3_KAKUMiKS_Casting_Call_TIL_SOMI


Vilt tú vera við?

Vit leita eftir luttakarum í aldrinum 9-14 ár. Vilt tú, saman við einum vini, kappast um at baka lekkrastu og flottastu kakurnar? 

So takið upp, ímeðan tit baka og greiðið frá, hvat tit gera, og hvørji tit eru. Filmurin má ikki vera longri enn 5 min. og má ikki fylla meira enn 2 GB. Harafturat skal filmurin hesa ferð filmast í vatnrættum formati - altso, um tú tekur upp við telefon, skal hon vendast á síðuna.

Vit leita eftir børnum og ungum, sum elska at baka og hava hug at vera í sjónvarpinum. 

Teknið tykkum her.

Tit eru vælkomin at skriva til okkum á kkg@kvf.fo, um tit hava spurningar.

Seinasta freist at senda filmin er 20. januar 2026. 

Vit gleða okkum at hoyra frá tykkum!


Hygg at fyrsta umfari av KAKUMiKS her.
 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Fríggjadag 28. august
RagnarRokk: Gus G um Steel Burner
212034
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262

Um kvf css