Tvíhalda um, at hekkuportrið var ikki opið

Tvíhalda um, at hekkuportrið var ikki opið
Strandferðslan hevur latið Sjóvinnustýrinum frágreiðing um málið
Strandferðslan tvíheldur um, at portrið á Galaxy var ikki opið, túrin um Suðuroyarfjørð 1. september.
 
18.09.2025 - 10:39

Strandferðslan tvíheldur um, at portrið á Galaxy var ikki opið, túrin um Suðuroyarfjørð 1. september.

Strandferðslan læt seinnapartin í gjár Sjóvinnustýrinum frágreiðing um málið. 

Tað var týsdagin, at ein mynd varð almannakunngjørd, sum vísir, at hekkuportrið á Galaxy var opið, meðan skipið sigldi. 

 

 

Sonevnd "metadata" vísa, at myndin av dekkinum á Galaxy varð tikin klokkan seks minuttir yvir hálvgum sjey mánakvøldið 1. september.

Galaxy sigldi tá beint eystan fyri Lítlu Dímun, á veg suður á Krambatanga. 

Myndin, ið varð víst á heimasíðuni hjá Kringvarpinum og í Degi & Viku týskvøldið, vísir, at hekkuportrið er ikki aftur - dagsljós sæst ímillum - og eisini er ein stroppur bundin í portrið. 

Hoyr samrøðu við Niels Nielsen, rakstrarstjóra á Strandferðsluni, í útvarpstíðindunum: 

 

18092025_Galaxy_og_SSL

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928