Velja eldraráð seinni í ár

Velja eldraráð seinni í ár
Einki eldraráð hevur verið valt, tí ov fá stillaðu upp, men nú verða viðtøkurnar hjá eldraráðnum endurskoðaðar
Tórshavnar býráð hevur einmælt samtykt, at eldraráð skal veljast seinni í ár.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
19.09.2025 - 11:11

Eldraráð verður valt í Tórshavnar kommunu seinni í ár.

Tað hevur býráðið einmælt samtykt.

Eldraráðið skal sita til 31. desember í 2028.

Viðtøkurnar hjá eldarráðnum eru endurskoðaðar.

 

Ov fá stillaðu upp

Einki eldraráð er í Tórshavnar kommunu í hesum valskeiðinum, sum byrjaði á nýggjárinum. Valið skuldi annars vera 11. oktober í fjør.

Men bara trý fólk stillaðu upp. Veljast skuldu fimm. Valið var tí av ongum.  

Býráðið samtykti 19. september í fjør at endurskoða leistin hjá eldraráðnum, áðrenn nýtt val verður.

Eldraráðið kom í 2006. Endamálið hjá eldraráðnum er at ráðgeva býráðnum um eldrapolitikk.

Øll, sum eru 60 ár ella eldri, hava valbæri og valrætt til eldraráðið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531