Námsfrøði: Hjálparfólk skulu fáa diplomútbúgving á Setrinum

Námsfrøði: Hjálparfólk skulu fáa diplomútbúgving á Setrinum
Skotið verður upp at játta pening til útbúgvingina á fíggjarlógini næsta ár
Djóni Nolsøe Joensen er landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.
 
22.09.2025 - 10:53

Til tess at uppraðfesta námsfrøði skulu hjálparfólk fáa boðið eina partíðar námsfrøðiliga diplomútbúgving á Fróðskaparsetrinum, og skotið verður upp at játta pening til hesa útbúgvingina á fíggjarlógini næsta ár.

Tað sigur Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum.

Hann sigur, at arbeitt verður eisini við, at næmingar, sum hava tikið námsfrøðiligu hjálparútbúgvingina á heilsuskúlanum í Suðuroy, skulu fáa møguleika at nema sær meira útbúgving innan námsfrøði.

 

Sanna á Løgmansbø. (Mynd: Bárður Lydersen)

 

Sanna á Løgmansbø, forkvinna í Pedagogfelagnum, hevur víst á, at tørvur er á fleiri enn 500 námsfrøðingum, og samstundis veksur starvsøkið hjá námsfrøðingum.

Hon undrast á, at Fróðskaparsetrið aftur í ár bara hevur tikið ein námsfrøðiflokk inn. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

22092025_Namsfrodingar


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011