Meiri toskur á Flemish Kap

Meiri toskur á Flemish Kap
Føroyar fáa 614 tons meira tosk á Flemish Kap
Meiri toskur í kanadiskurm sjógvi.
 
23.09.2025 - 07:06

Føroyar fáa 614 tons meira tosk á Flemish Kap.

Kvotan næsta ár verður 3.433 tons.

Hon er 2.819 tons í ár.

Hatta var samtykt á ársfundurin hjá NAFO í Halifax í síðstu viku.

Mest loyvda toskaveiðan var hækkað 21,7 prosent.

Føroyski parturin av toskakvotuni er 22,35 prosent.

Kvoturnar av svartkalva og kongafiski vera tær somu næsta ár sum tær eru í ár, ávikavist 187 tons og 69 tons.

Rækjuveiða framvegis bannað

Á Grand Bank fáa Føroyar 40 tons av toski. Kvotan í ár er 20 tons.

Bannað hevur verið at fiska rækjur á Flemish Kap síðani 2022 og á Grand Bank síðan 2015.

Tað veiðibannið heldur fram.

Kanningar vísa tó, at rækjustovnurin í kanadiskum sjógvi er vaksandi og útbreiðsluøkið broytt. 

Vísindaráðið fyrireikar nýggja stovnsmeting og eitt tilmæli um rækjuveiðu á Grand Bank til næsta ársfund hjá NAFO.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. oktober
Upp á tá - 021026
214219
Fríggjadag 2. oktober
Vikuskiftið 2 okt 2025
214203
Fríggjadag 2. oktober
LEITISSTEIN 02.10.2026 (Lea Eyðbjørg)
214191
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115