Kostar 54 milliónir at høvuðsumvæla Steinatún

Kostar 54 milliónir at høvuðsumvæla Steinatún
Inniluftin í bygninginum er so ring nú, at tey, sum arbeiða har, skulu flyta haðani
Tórshavnar kommuna keypti bygningin Steinatúni, sum er bygdur í 1958, frá BankNordik í 2013.
 
23.09.2025 - 08:27

Tað fer at kosta 54 mió. kr. at høvuðsumvæla bygningin Steinatún.

Tað sigur metingin.

Umvælingin skal byrja í ár og vera liðug í 2029.

Vánalig inniluft er í bygninginum. Inniluftin er versnað seinastu árini, tí bygningurin lekur.

Hon er nú so ring, at tey, sum arbeiða í bygninginum, skulu flyta haðani.

 

Brúka tríggjar hæddir

Tórshavnar kommuna brúkar triggjar hæddir til fyrisiting. Trý leigumál eru á fyrstu hædd.  

Í juli spurdi trygdarnevndin fyri fyrisitingina starvsfólkini um sjúkueyðkenni. 

Tórshavnar kommuna keypti bygningin, sum er bygdur í 1958, frá BankNordik í 2013.

Býráðið hevur í fyrsta umfari játtað fýra milliónir krónur til verkætlanina.


 

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Hósdag 24. september
RagnarRokk 24.september 2026
213255
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585