Politiið leitar eftir vitnum í sambandi við neyðtøkuroynd

Politiið leitar eftir vitnum í sambandi við neyðtøkuroynd
Hendingin var í miðbýnum í Havn sunnumorgunin 7. september
Hendingin fór fram uttan fyri Margarinfabrikkina, millum Tórsgøtu og Magnus Heinasonar gøtu.
Mynd: Politiið  
 
24.09.2025 - 15:26

Politiið leitar eftir vitnum í sambandi við eina neyðtøkuroynd, sum fór fram í miðbýnum í Havn sunnumorgunin 7. september klokkan gott fýra.

Hendingin byrjar við, at tríggir mans koma yvir til tvær 18 ára gamlar kvinnur, sum sita uttan fyri Margarinfabrikkina, millum Tórsgøtu og Magnus Heinasonar gøtu. Menninir tosa enskt. Løtu seinni fara teir avstað.

Ein teirra kemur tó aftur og roynir at gera seg inn á kvinnurnar. Tá hetta miseydnast, rennur maðurin frá staðnum. Maðurin, sum tosar enskt, hevur myrka húð, og verður mettur at vera umleið 30 ár, sigur politiið.

Leitað verður eftir vitnum, sum hava sæð hendingina, ella mannin renna frá staðnum. Politiið hevur nummar 351448

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595