Landsstýrið fer at hava fund um dronur

Landsstýrið fer at hava fund um dronur
Løgmaður sigur við Vágaportalin, at landsstýrið fer eisini at tosa við danskar myndugleikar um málið
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
25.09.2025 - 14:48

- Landsstýrið fer at hava fund um støðuna, sum er við dronum í løtuni í donskum loftrúmi, um ein slík støða skuldi tikið seg upp í Føroyum.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður við Vágaportalin. 

- Vit vilja tryggja okkum, um ein slík støða skuldi tikið seg upp við dronum í okkara øki, og vit vilja eisini kunna spora, hvaðani slíkar dronur koma

- Og tá ið landsstýrið hevur havt fund um hesar spurningar,  fara vit at seta okkum í samband við danskar myndugleikar, sum umsita hetta økið, sigur løgmaður í stuttari viðmerking við Vágaportalin.

Løgmaður veit ikki neyvt at siga, nær fundur verður við danskar myndugleikar, men sum skilst á løgmanni so verður fundurin í landsstýrinum fyrsta dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115