H71-mistøk góvu Fortes Venlo sigurin

H71-mistøk góvu Fortes Venlo sigurin
Heimaliðið í Hoyvík gjørdi ov nógv mistøk ígjøgnum European Cup-dystin ímóti Fortes Venlo, og tí tapti H71 dramatiska dystin, helt Maria Halsdóttir Weyhe
29.09.2025 - 17:23

Talan var um stórdramatikk, tá H71 tapti 40-39 ímóti hollendska felagnum Fortes Venlo í European Cup-kappingini hjá evropeisku hondbóltssamgonguni, EHF.

Heimaliðið var frammanfyri heilt til endans - bæði í vanligu leiktíðini og í umdystinum - men útiliðið svaraði aftur og avgjørdi dystin við brotskasti í evstu løtu.

Eftir ætlan skuldu tveir dystir spælast; fríggjakvøld og sunnudag, men flogferðslan var illa darvað av vánaligum veðrið, og tí varð avtala, at ein røkkstøkk-dystur skuldi spælast sunnukvøldið við føroyskum dómarapari. 

Eftir drúgva túrin og ógvusliga skaðan, sum ein á útiliðnum fekk fyri steðgin, nærum grótu Fortes Venlo-spælararnir av gleði, tá brotskastið endaði í netmeskunum og tíðin fór.

 - Tær halda trýstið yvir allan dystin, og vit klára ikki at standa ímóti. Tær fara so at skjóta mál, sum vit annars høvdu dekkað væl upp ímóti, og vit gera nøkur teknisk mistøk í álopinu. Serliga í avgerandi støðum, segði Maria Halsdóttir Weyhe.

 - Eg hevði sjálv tveir næstan óprovokeraðar feilir, sum kosta øgiliga dýrt, og slík mistøk geva teimum sigurin. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. mars
LEITISSTEIN 27.03.2026
206382
Leygardag 28. mars
Upp á tá - 270326
206370
Leygardag 28. mars
Morgunlestur leygardagur 28.mars 2026
205925
Fríggjadag 27. mars
Vikuskiftið 27. mars 2026
206364
Fríggjadag 27. mars
Bønhústoftin á Velbastað
206355
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. mars
Veðrið
206362
Fríggjadag 27. mars
Løgtingsval 2026 - teknmálstulkað
206360
Fríggjadag 27. mars
KAKUMiKS 2 (2:7)
206356
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297