Fleiri innbrot seinastu dagarnar

Fleiri innbrot seinastu dagarnar
Tvey vóru í Havn og tvey í Vágum
Politiið var eisini í Vágum og tók 11 hassjplantur. (Savnsmynd)
 
30.09.2025 - 09:15

Politiið fekk fráboðan um fýra innbrot mánanáttina.

Tvey vóru í Havn og tvey í Vágum.

Annað var í einum húsi, har fólk hittast. Politiið vil ikki siga, hvat hús, talan er um.

Hitt var í Sirkusi. Har er vakmyndatól, so politiið kundi taka innbrotstjóvin í gjár.

Hann viðgekk at hava framt bæði innbrotini í Havn.

 

Peningur tikin úr kirkjubússum

Í Vágum var brotið inn í eitt matstað og farið var inn í eina kirkju, har pengar vóru tiknir úr tveimum kirkjubússum.

Eingin er tikin fyri tey bæði revsilógarbrotini. 

Politiið var eisini í Vágum og tók 11 hassjplantur.

Tann, sum átti planturnar, viðgekk at eiga tær.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762