Meira í mvg, men minni í partafelagsskatti næsta ár

Meira í mvg, men minni í partafelagsskatti næsta ár
Landsstýrið væntar at fáa 85 milliónir kr. meira í meirvirðisgjaldi. Partafelagsskatturin í 2026 verður 128 milliónir minni enn í ár
Landsstýrið væntar at fáa tvær milliardir og 265 milliónir í "netto-mvg" næsta ár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.10.2025 - 07:53

Hóast landsstýrið ætlar at lækka meirvirðisgjaldið á ávísum vørum - ítøkiliga á grønmeti, epli og blæum - so væntar landsstýrið samanlagt við at fáa meira inn í meirvirðisgjaldi næsta ár enn í ár.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 roknar landsstýrið við at fáa 2 milliardir og 265 milliónir krónur í nettoinntøku frá meirvirðisgjaldinum. Tað eru 85 milliónir krónur meira, enn nettoinntøkan frá meirvirðisgjaldinum væntandi verður í ár.

Orsøkin til, at inntøkan verður gjørd upp sum ein "nettoinntøka" fyri landskassan, er at kommunurnar fáa endurgoldið part av sínum meirvirðisgjaldi úr landskassanum. Tann upphæddin er mett til 295 milliónir krónur næsta ár.

 

Minni partafelagsskattur

Partafelagsskatturin verður minni næsta ár, sammett við í ár, og tað gongur bæði út yvir landskassan og kommunukassarnar.

Sambært uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2026, fara feløg í Føroyum at rinda tilsamans 657 milliónir krónur í partafelagsskatti næsta ár. Tað eru 128 milliónir krónur minni, enn fyritøkurnar rinda í partafelagsskatti í ár.

Partafelagsskatturin verður rindaður í mun til yvirskotið árið fyri. Skatturin er 18 prosent, og av hesum fær landskassin 70 prosent og kommunurnar 30 prosent.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fær landskassin tí 460 milliónir í partafelagsskatti næsta ár, og kommunurnar fáa 197 milliónir krónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Leygardag 31. januar
Upp á tá - 300126
203537
Leygardag 31. januar
Jambalaja - 310126
203536
Leygardag 31. januar
Vikugesturin: Skommin er burtur
203530
Leygardag 31. januar
Vikan 31. januar 2026
203527
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256