André hevur longt sáttmálan við HB

André hevur longt sáttmálan við HB
André Olsen hevur skrivað undir nýggjan sáttmála við HB. Toftamaðurin skal standa á odda fyri mansliðnum hjá stórfelagnum næstu tvey kappingarárini
André Olsen skal standa á odda fyri mansliðnum hjá HB til og við 2027
Mynd: HB  
 
02.10.2025 - 17:11

André Olsen hevur skrivað nýggjan sáttmála við HB, sum merkir, at toftamaðurin skal standa á odda fyri besta mansliðnum hjá havnarfelagnum til og við 2027. Tað kunngerð HB á Facebook.

André Olsen varð settur sum venjari, tá Adolfo Sormani legði frá sær fyrst í mai efttir eyðmýkjandi stórtap ímóti NSÍ. Í fyrstu atløgu var talan um fyribils starv, áðrenn toftamaðurin varð settur hetta kappingarárið út.

Úrslitini hjá HB hava verið góð, síðan André Olsen setti seg í heita sessin. Í føroysku deildini hevur HB vunnið 40 av 48 møguligum stigum, og í evropa gav HB donska stórfelagnum Brøndby skarpan gang bæði úti og heima.

Í løtuni er HB nummar trý í landskappingini við 55 stigum. Tað eru tvey stig aftanfyri NSÍ og níggju stig aftanfyri KÍ á fyrsta plássi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846