Franskar ungdómsstjørnur í Klaksvík

Franskar ungdómsstjørnur í Klaksvík
Ein Champions League-vinnari, tveir málskjúttar úr Premier League og ein verjuspælari fyri 500 milliónir krónur skulu spæla móti Føroyum í næstum
U21-landsliðið, sum byrjaði inni móti Luksemborg
Mynd: FSF  
 
06.10.2025 - 18:47

Føroyska U21-landsliðið skal fríggjadagin spæla móti Fraklandi. Føroyar hava vunnið tríggjar teir fyrstu dystirnar í EM-undankappingini. 2-1 móti Estlandi og Íslandi, umframt ein 1-0 sigur á Luksemborg. 

Nú komu tungu dreingirnir í bólkinum á vitjan. Fyrst Frakland og síðani Sveis. Serliga franska U21-landsliðið telur stór nøvn. Teirra millum er Warren Zaïre-Emery, sum var partur liðnum hjá Paris Saint-Germain, ið vann Champions League í summar.

Aðrir eru verjuspælarin Leny Yoro, sum Manchester United keypti fyri næstan 500 milliónir krónur, áleyparin Mathys Tel úr Tottenham Hotspur og Lesley Ugochukwu úr Burnley FC, sum skoraði í Premier League so seint í farnu viku.

Føroysku spælararnir umboða ikki eins stór feløg, men tað gjørdu teir heldur ikki í 2021, tá Frakland somuleiðis kom við stórum U21-landsliðsstjørnum. Tá endaði tað 1-1 á Ovara vølli í Gundadali. Føroyska málið skoraði Steffan A. Løkin.

Føroyar spæla móti Fraklandi fríggjadagin 10. oktobur í Klaksvík, og móti Sveis á Tórsvølli týsdagin 14. oktobur. Føroyar eru á odda í bólkinum við 9 stigum. Frakland hevur ikki spælt enn.

Hetta er hópurin hjá franska U21-landsliðnum:

Málverjar

Ewen Jaouen, Stade de Reims

Guillaume Restes, Toulouse FC

Robin Risser, RC Lens

Verjuspælarar

Jaydee Canvot, Crystal Palace

Jérémy Jacquet, Stade Rennais FC

Thérence Koudou, KV Malines

Saël Kumbedi, VfL Wolfsburg

Dayann Methalie, Toulouse FC

Leny Yoro, Manchester United

Miðvallarar

Valentin Atangana, Al, Ahli FC

Ayyoub Bouaddi, LOSC Lille

Djaoui Cissé, Stade Rennais FC

Kevin Danois, AJ Auxerre

Louis Leroux, FC Nantes

Lesley Ugochukwu, Burnley FC

Warren Zaïre, Emery, Paris SG

Framherjar

Jean Mattéo Bahoya, Eintracht Frankfurt

Noah Edjouma, Toulouse FC

Eli Junior Kroupi, AFC Bournemouth

Senny Mayulu, Paris SG

Mohamed Kader Meite, Stade Rennais FC

Wilson Odobert, Tottenham Hotspur

Mathys Tel, Tottenham Hotspur

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. apríl
Jambalaja - 180426
207246
Leygardag 18. apríl
Vikugesturin: Tá ið trúgvin er alt
207241
Leygardag 18. apríl
Vikan 18. apríl 2026
207239
Leygardag 18. apríl
Morgunlestur leygardagur 18.apríl 2026
207025
Fríggjadag 17. apríl
Vikuskiftið 17 apríl 2026
207228
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. apríl
Manscaping
207201
Fríggjadag 17. apríl
Veðrið
207227
Fríggjadag 17. apríl
Kakumiks 2 (5:7)
207209
Fríggjadag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207190
Hósdag 16. apríl
Sært tú fuglin? III (1:4)
207118