Fyrrverandi stjórin í Magn dømdur fongsulsrevsing í 18 mánaðir

Fyrrverandi stjórin í Magn dømdur fongsulsrevsing í 18 mánaðir
Finn Jakobsen og verji hansara eru ikki nøgdir við dómin, sum er skotin inn fyri landsrættin
Finn Jakobsen, fyrrverandi stjóri í Magn, er dømdur í Føroya rætti, men hann hevur skotið dómin inn fyri landsrættin.
 
07.10.2025 - 13:18

Finn Jakobsen, fyrrverandi stjóri í Magn, er dømdur treytaleysa fongsulsrevsing í hálvt annað ár fyri at hava flutt pengar úr partafelagnum Flatnahaga, sum Magn og LÍV eiga, til eitt felag í Dubai.

Hann var ákærdur fyri seks flytingar, sum vóru úr 160.000 krónum upp í 1,8 milliónir kr., tilsamans góðar 3,4 milliónir kr. 

Sambært ákæruritinum er talan um flytingar av kontu hjá p/f Flatnahaga, sum eru brúktar til at rinda fyri privatar útreiðslur hjá stjóranum sjálvum.

Finn Jakobsen var ákærdur fyri "mandatsvig af særlig grov beskaffenhed", sum tað eitur í revsilógini.

Finn Jakobsen og verji hansara eru ikki nøgdir við dómin, og teir hava skotið hann inn fyri landsrættin.

Jan Petersen, nevndarformaður í Magn, hevur upplýst fyri Kringvarpinum, at allur peningurin - tilsamans góðar 3,4 milliónir krónur - er goldin aftur til partafelagið Flatnahaga.

Hoyr samrøðu, sum Sigurjón Einarsson gjørdi við verjan hjá Finni Jakobsen, Christian Andreasen, í útvarpstíðindunum:

 

07102025_Finn_Jakobsen_domur

 

Eisini bókhaldarin hjá Magn, sum hevði  ábyrgdina fyri P/F Flatnahaga, fekk dóm í dag. Hann fekk níggju mánaða fongsulsrevsing, harav tríggir eru treytaleysir. Eisini hann hevur kært dómin. Bæði hann og fyrrverandi stjórin í Magn vóru ákærdir mandatsvik av serliga grovum slag, meðan Finn Jakobsen eisini var ákærdur fyri fíggjarligan undandrátt. 

 

Flutti milliónir til Dubai

Sambært ákæruni flutti Finn Jakobsen frá august til oktober í fjør tilsamans 3,4 milliónir krónur frá P/F Flatnahagi - sum Magn eigur saman við tryggingarfelagnum Lív - til eitt felag í Dubai, nevnt Assured Solutions Limited.

Í rættinum greiddi Finn Jakobsen frá, at hann var komin í samband við eitt felag eftir at hann hevði fingið eina góða millión krónur í bonus í sambandi við søluna, tá Christian í Grótinum-samtakið keypti seg inn í Magn í 2023. Útlendska felagið greiddi fyri Finn, at hann kundi vinna stóran vinning, um hann læt teimum pening til partabrævakeyp.

Tá hann í fjør royndi at fáa pening frá íløguni aftur, kravdi felagið brádliga meira pening frá honum, um hann skuldi fáa nakran pening aftur. Í rættinum greiddi Finn Jakobsen frá, at tónin gjørdist harður, og Finn kendi seg kroystan til at flyta pening úr P/F Flatnahaga til felagið í Dubai.

 

Dømdur til eitt og eitt hálvt ár

Rætturin metti, at Finn Jakobsen hevði misnýtt sítt álit sum stjóri og dømdi hann til eitt ár og seks mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing fyri fíggjarligan undandrátt og heimildarmisbrúk. Finn Jakobsen hevði játtað seg sekan í undandráttinum, men ósekan í ákæruni um mandatsvik. Hann og verji hansara eru ikki nøgdir við dómin og hava kært hann til landsrættin.

 

Peningurin goldin aftur

Nevndarformaðurin í Magn, Jan Petersen, hevur váttað fyri Kringvarpinum, at allur stolni peningurin - góðar 3,4 milliónir krónur - eru goldnir aftur til P/F Flatnahaga. Í rættinum kom fram, at Finn Jakobsen, í samráð við nevndarformannin, høvdu avgjørt, at pengarnir skuldu rindast aftur skjótast gjørligt. Beiggi hansara lánti honum peningin, sum so varð fluttur aftur til P/F Flatnahaga. Í alt hevur Finn Jakobsen mist umleið 4,5 milliónir krónur fyri hesa - í gásareygum - íløguna

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. januar
Jambalaja - 240126
203176
Leygardag 24. januar
Vikugesturin: At fáa tað besta burturúr
203171
Leygardag 24. januar
Vikan 24. januar 2026
203169
Leygardag 24. januar
Upp á tá - 230126
203165
Leygardag 24. januar
Morgunlestur leygardagur 24.januar 2026
202881
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979