Nýggi Vesturleiki kostar 115 milliónir krónur

Nýggi Vesturleiki kostar 115 milliónir krónur
Nýggi frystitrolarin hjá partafelagnum Bresti í Sørvági er sløk fýra ár, men hevur ongantíð verið til fiskiskap
Hetta er nýggi frystitrolarin hjá sørvingum. Skipið var skrásett í Føroyum í gjár, og eitur nú Vesturleiki.
Mynd: Atlantic Shipping  
 
09.10.2025 - 12:20

Partafelagið Brestir í Sørvági hevur keypt frystitrolaran Myggenes úr Danmark fyri 115 mió. kr.

Skipið var skrásett í Føroyum í gjár, og eitur nú Vesturleiki.

Tað er bygt á Kartensens Skibsværft í Skagen og er nýtt, sløk fýra ár.

Tað hevur ongantíð verið til fiskiskap.

Reiðaríið, sum av fyrstan tíð bað um skipið, tók ikki við tí kortini.

Trolarin er 652 bruttotons og 33 metrar langur.

Trolarin Brestir, sum partafelagið Brestir eisini eigur, hevur ligið í Havn síðani síðst í juni.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Fríggjadag 2. oktober
Veðrið
214189
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129