Et føroyskt vika

Et føroyskt vika
Tað átti ikki at verið so trupult at fylt matskránna við føroyskum mati í eina viku, siga fyrireikararnir.
 
13.10.2025 - 10:08

Okkum nýtist ikki at flyta mat runt hálvan knøttin í hesum grønu tíðum, heldur Hanna á Reynatúgvu, sum er ein av fyrireikarunum á eplafestivalinum, sum nú kemur við hugskotinum um eina 'Et føroyskt' viku.

Uppskotið hjá teimum er, at føroyski maturin, sum kann etast hesa vikuna, er bólkaður soleiðis:

1. Matur, sum vit sjálvi hava framleitt (t.d. grønmeti og rabarbur)
2. Matur, sum onnur í Føroyum hava framleitt (t.d. seyðakjøt, neytakjøt og fiskur)
3. Matur, sum vit sjálvi hava víðarivirkað (t.d. bollar og brotbreyð)
4. Matur, sum onnur í Føoryum hava víðarivirkað (t.d. knettir og jogurt)

Við hesum kunnu vit lættliga fáa eina matskrá at hanga saman í eina viku, tí bollar, breyð og jogurt kunnu etast til morgunmat, meðan alt frá røstum fiski og blóðpannukøkum til salat og lambskjøt kunnu etast til døgurða.

- Eg haldi, at vit soleiðis kunnu gerast bevíst um, at tað ikki er so trupult at eta føroyskt, sigur Hanna afturat, at tær flestu uppskriftir kunnu lagast soleiðis til, at tær kunnu gerast við tí tú eigur inni ella tí, tú fært fatur á her heima.

Vilt tú síggja uppskot til matskrá og lesa meira um 'Et føroyskt' vikuna, so er at vitja síðuna hjá eplafestivalinum á Facebook.

1769011

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. juni
HM-tíðindi 30. juni 2026
210331
Týsdag 30. juni
Morgunlestur týsdagur.
210270
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179