Akta ikki boðini í Gasa - fimm palestinar eru skotnir

Akta ikki boðini í Gasa - fimm palestinar eru skotnir
Ísraelski herurin hevur heitt á íbúgvar í Gasa um ikki at nærkast herdeildum, sum eru sendar til økið
Palestinar í Gasa hava fingið boð um at ikki at nærkast markinum, sum ísraelski herurin hevur tikið seg aftur til.
Mynd: Omar Al-Qattaa/AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.10.2025 - 14:01

Ísraelski herurin (IDF) sigur, at fleiri royndir eru gjørdar at fara um 'gulu strikuna', og tað er brot á friðaravtaluna, skrivar ísraelski herurin á Telegram í morgun, sambært Reuters.

'Gula strikan' er eitt mark í sambandi við fyrstu afturtøkuna í friðarætlanini fyri Gasa.

Í fráboðan frá IDF verður heitt á íbúgvar í Gasa um at akta boðini og ikki nærkast herdeildunum, sum eru sendar til økið.

IDF skeyt eftir fólkunum, og fimm palestinar hava latið lív, sambært IDF, skrivar The Times of Israel.

 

Halda fram at nærkast

- Roynt varð at halda fólkunum burtur. Tey aktaðu ikki boðini og hildu fram at nærkast hermonnunum, sum eru sendir út í øki skrivar IDF á Telegram.

Ein talsmaður fyri Hamas sigur við palestinsku tíðindastovuna Shehab, at fleiri íbúgvar í Gazageiranum hava latið lív í skotbardøgum.

- Vit heita aftur á allar partar um at fylgja væl við atgerðunum hjá hersetingarvaldinum og tryggja, at tað ikki skákar sær undan sínum skyldum mótvegis meklarunum, tá tað snýr seg um at fáa enda á krígnum í Gaza, sigur Hazem Qassem við tíðindastovuna.

Bløðini Times of Israel og Al Jazeera skriva, at fimm palestinar hava latið lív.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Týsdag 23. juni
Morgunlestur týsdagur 23.juni 2026
209939
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980