Italskur admiralur á fundi við íslendska uttanríkisráðharran

Italskur admiralur á fundi við íslendska uttanríkisráðharran
Trygdar- og verjuspurningar í Norðuratlantshavi og í Arktis vóru ovast á breddanum fyri fundin
Formaðurin fyri hernaðarnevndina í Nato, Giuseppe Cavo Dragone, og íslendski uttanríkisráðharrin Þorgérður Katrín Gunnarsdóttir
Mynd: Stjórnarráð Íslands  
 
18.10.2025 - 15:52

Íslendski uttanríkisráðharrin, Þorgérður Katrín Gunnarsdóttir, og formaðurin fyri hernaðarnevndini í Nato, Giuseppe Cavo Dragone, tosaðu eisini um hækkaða stuðulin frá Íslandi til Nato, og um stuðul til ukrainsku verjuna í sambandi við russisku innrásina, skrivar heimasíðan hjá íslendsku stjórnini. 

Italski admiralurin, Giuseppe Cavo Dragone, hevur hægsta embætisstarv í hernaðarligum høpi í Nato, og hann er eisini ráðgevi hjá aðalskrivaranum Mark Rutte. Hann er eisini talsmaður hjá verjusamgonguni í hernaðarmálum. Hetta er fyrsta vitjan hjá Dragone í Íslandi. 

Embætisfólk í íslendska uttanríkisráðnum fara at kunna hann um verjuførleikarnar hjá Íslandi, og Dragone fer at tosa um Norðurpólkringin.

Dragone er formaður í hernaðarnevndini, sum ráðgevur Fasta Ráðnum hjá Verjusamgonguni um, hvussu týðandi trygdaravbjóðingar til eina og hvørja tíð kunnu loysast. Í hernaðarnevndini sita hernaðarlig umboð frá teimum 32 føstu nevndunum hjá Nato, m.a. eitt borgarligt umboð úr Íslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 13. februar
Vikuskiftið 13 feb 2026
204203
Fríggjadag 13. februar
LEITISSTEIN 013.02.2026 (Tunghoyrt)
204197
Fríggjadag 13. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Alto
204171
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 13. februar
Veðrið
204205
Fríggjadag 13. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204178
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115