Breddin: Vakmyndatól - tryggleiki ella skert frælsi

Breddin: Vakmyndatól - tryggleiki ella skert frælsi
Landsstýrið hevur sent uppskot um at geva kommununum heimild at seta vakmyndatól upp í almenna rúminum til ummælis
Vakmyndatól er evnið í Breddanum í dag.
 
24.10.2025 - 09:15

Løgtingið samtykti í mai í fjør eitt uppskot hjá Sambandsflokkinum, sum heitti á landsstýrið um at koma við uppskoti at geva kommunum heimild at seta vakmyndatól upp í almenna rúminum - men bara í samráð við politiið og eftir tilmæli frá politinum.

Nú - meira enn eitt ár seinni - er framvegis einki uppskot komið frá landsstýrinum, men málið er sent til ummælis.

Spurningurin er, hvussu nógv hetta hjálpir í veruleikanum?

Mong siga, at vakmyndatól skapa ein tryggleika, meðan onnur halda, at vakmyndatól í almenna rúminum er at gera seg inn á okkara privatlív.

Men hvørjar avleiðingar kann hetta fáa fyri borgararnar? Og hvar gongur markið millum trygd og persónliga frælsið?

Í sendingini í dag spyrja vit, um vakmyndatól ger okkum tryggari - ella eru vakmyndatól ein falskur tryggleiki?

Breddin klokkan 10.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Sunnudag 25. januar
EM-tíðindi 25. januar 2026
203191
Sunnudag 25. januar
Ættirnar syngja og suða
203190
Sunnudag 25. januar
Gudstænasta í Havnar kirkju
203187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138