Er alheimurin livandi ella deyður?

Er alheimurin livandi ella deyður?
Lív er her á jørðini, men nógv bendir á, at lív ikki bara er her á jørðini, men eisini aðrastaðni í alheiminum. Hetta evnið verður viðgjørt í sendingini "Livandi alheimurin"
Kári Sólstein tosar í sendingini "Livandi alheimurin" við Gunnver Lystbæk Vestergård, sum hevur skrivað bókina "Vores levende univers"
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.10.2025 - 11:00

Fyri stuttum kunngjørdi amerikanski rúmdarstovnurin NASA, at tey høvdu funnið ábendingar um, at lív einaferð í fyrndini hevði verið á gongustjørnini Mars.

Gamalt útdeytt lív, gaman í, men er gongustjørnan Mars steindeyð?

Spurningurin stendur í dag ósvaraður, men hann verður viðgjørdur í nýggju sendingini "Livandi alheimurin", sum verður send í útvarpinum týsdagin klokkan 17.05. 

Kári Sólstein, journalistur, tosar við Gunver Lystbæk Vestergård, vísindajournalist, sum hevur skrivað bókina "Vores levende univers".

Gunver Lystbæk Vestergård er kandidatur í journalistikki og hevur eina ph.d. í vísindasamskifti. Hon arbeiðir sum journalistur á Weekendavisen, har hon millum annað skrivar um alisfrøði, stjørnufrøði, rúmdarferðing og vísindasøgu. 

livfrodilig_alheimurin.jpeg

Caption: 
Fyri stuttum kunngjørdi amerikanski rúmdarstovnurin NASA, at tey høvdu funnið sterkar ábendingar um, at lív einaferð í fyrndini hevði verið á gongustjørnini Mars. Gamalt útdeytt lív, men er gongustjørnan Mars steindeyð? Møguliga ikki, tí mann hevur funnið

 

Hvat er lív?

Fyri at kunna svara spurninginum, um lív er aðrastaðni enn á jørðini, so má mann fyrst fáa greiðu á, hvat lív í roynd og veru er fyri nakað, so mann veit, hvørjum mann skal leita eftir.

Hvussu skilmarkar mann lív?

Tann spurningurin er ikki lættur at svara upp á, men í sendingini "Livandi alheimurin" koma nøkur boð upp á, hvat lív er.

 

 

1769378


Lurta eftir sendingini Livandi alheimurin

 

 

Lív á øðrum gongustjørnum

Eitt er gongustjørnan Mars, men tað eru eisini fleiri aðrar ábendingar um, at lív finst á øðrum gongustjørnum og mánum í okkara sólarskipan.

Eitt nú trívist lív væl á uttaru síðuni á altjóða rúmdarstøðini ISS, og ábendingar eru um, at lív er í lofthavinum á gongustjørnini Venus ella undir íshválvinum á mánanum Enceladus, sum er í ringrás um gongustjørnuna Saturn.

enceladus.jpg

Caption: 
Myndir vísa, at á ísmánanum Enceladus goysa sokallaðir geysir vatn út í rúmdina, og kanningar av vatninum geva ábendingar um, at har er livandi lív undir ísinum á Enceladus, mynd: NASA/Cassini rúmdarfarið

 

Og smittar lív millum gongustjørnurnar, og er lív allastaðni?

Nýggja hugtakið er lívfrøðiligi alheimurin, tí tað sær út til, at allur alheimurin er sum skaptur til lívfrøðiligt margfeldni.

Lurta eftir áhugaverdu sendingini "Livandi alheimurin" í útvarpinum týsdagin klokkan 17.05.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 5. desember
Breddin: Stytt arbeiðsvika
201077
Fríggjadag 5. desember
Morgunlestur fríggjadagur 5.desember 2025
200250
Hósdag 4. desember
RagnarRokk 4.desember 2025
199439
Hósdag 4. desember
RagnarRokk: Doro um Warriors Of The Sea
199438
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201065
Hósdag 4. desember
Veðrið
201039
Hósdag 4. desember
Hondbóltur: Føroyar - Serbia
201031