Føroysku kvinnurnar taptu tepurt

Føroysku kvinnurnar taptu tepurt
Føroysku fótbóltskvinnurnar taptu tepurt fyri Litava í fyrra dystinum í venjingarkappingini Baltic Cup í dag
Mynd: Fótbóltssamband Føroya  
 
24.10.2025 - 18:31

Føroyska fótbóltslandsliðið við kvinnum tapti tepurt 1-0 fyri Litava í fyrra venjingardystinum í Baltic Cup.

Rimante Jonusaite skeyt málið hjá vertunum, tá 38. minuttir vóru spældir av dystinum, og tað eydnaðist ongantíð føroyingunum at svara aftur. 

Pætur Smith Clementsen byrjaði við einum sterkum og nærum fullmannaðum liði, sum líktist teimum, sum stóðu seg væl í Nations League fyrr í ár.

Føroyar spæla aftur mánadagin ímóti Estlandi, sum tapti sín fyrra dyst fyri Lettlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Nýtt ljóð
213747
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585