Álopið við Sandá: Harðar ákærur og krav um trygdarvarðhald

Álopið við Sandá: Harðar ákærur og krav um trygdarvarðhald
Kvinnan, sum var álopin á gøtuni við Sandá á Argjum sunnukvøldið 28. apríl í fjør, var í lívsvanda
Sandá. Gøtan sæst høgrumegin.
 
29.10.2025 - 07:33

Kvinnan, sum var álopin á gøtuni við Sandá á Argjum sunnukvøldið 28. apríl í fjør, var í lívsvanda.

Nú ákærurit er skrivað, fæst innlit í, hvussu grovt álopið var sambært politinum og ákæruvaldinum.

Ein 36 ára gamal maður er ákærdur fyri serliga vandamikla ella undir serliga tyngjandi umstøðum neyðtøku við øðrum kynsligum sambandi enn samlegu og serliga vandamikla ella undir serliga tyngjandi umstøðum neyðtøkuroynd.

Og maðurin er ákærdur fyri serliga rátt, harðrent og vandamikið likamsálop.

Hann leyp á kvinnuna aftanífrá, so hon fór um koll, tók hart kvørkratak, sum gjørdi, at hon fekk ikki andað og var um at missa vitið.

Hann sat á búki hennara. Kvinnan var við barn. Hon var í 29.viku.


Brúkti stein

Harafrat sló hann hana fleiri ferðir hart í høvdið við einum steini ella øðrum.

Kvinnan fekk skaða í høvdið, andlitið og á kroppinum.

Kvinnan bardist móti manninum, sum at enda rýmdi.

Maðurin noktar seg sekan.

Ákæruvaldið fer ikki at krevja fongsulsrevsing, men trygdarvarðhald, ella forvaring.


Útvísing med alla

Tað krevur eisini, at maðurin, sum er pólskur, verður vístur av landinum med alla.

Fyrivarni er fyri endurgjaldi.

Ákæruvaldið vil hava nevningating at viðgera málið.

Og tað vil hava rættin at seta av fýra dagar til viðgerðina.

Miðað verður eftir, at viðgerðin verður fyrst í desember.  

Maðurin var tikin stutt eftir hendingina og hevur verið í varðhaldi síðani.    
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928