Føroyar taptu tepurt fyri Hollandi

Føroyar taptu tepurt fyri Hollandi
Føroyska manslandsliðið í hondbólti tapti tepurt fyri Hollandi í Golden League-kappingini í Tróndheimi í gjárkvøldið
Óli Mittún var kosin besti maður hjá Føroyum
Mynd: Lars Rune Skaug  
 
31.10.2025 - 09:10

Føroyska manslandsliðið í hondbólti tapti tepurt fyri Hollandi í Golden League-kappingini í Tróndheimi í gjárkvøldið.

Dysturin endaði 30-29 til Holland, eftir at teir vóru frammanfyri 14-12 í hálvleikinum.

Eftir dystin var Óli Mittún kosin dagsins spælari hjá Føroyum. Óli Mittún var ein støðug hóttan móti holldendsku verjuni, og var toppskjútti við 6 málum.

Tríggir spælarar fingu sín fyrsta dyst á A-landsliðnum. Teir eru Høgni Hinason, Pauli Høj og Pauli Rasmussen.

Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin móti Noregi, sum er vertur. Dysturin byrjar kl. 15.45 og verður vístur í sjónvarpinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Sunnudag 22. november
Filosofiskur 9. partur
216718
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688