Vit eta og drekka meira og meira ósunt

Vit eta og drekka meira og meira ósunt
Vit eta og drekka meira og meira av teimum ósunnu vørunum so sum sodavatn, slikk og kips. Mongdin av sodavatni er meira enn seksfaldað
31.10.2025 - 21:29

Í 1989 drakk hvør føroyingur til dømis 10 litrar av sodavatni í miðal, men í 2023 drakk hvør føroyingur meira enn 60 litrar av sodavatni í miðal.

Tað vísa tøl hjá Hagstovu Føroya. Og her er bara talan um innflutt sodavatn.

Eisini tá ið talan er um bomm, sjokulátu, kips og orkudrykkir eru nýtslan fleirfaldað. 

- Tað er ov lætt at fáa ov nógv av tí søta smakkinum. Og tað er ein trupulleiki, tí heilsan er ikki nóg góð í Føroyum, sigur Snorri Patursson, fólkaheilsusamskipari.

 

Matvøruídnaðurin fær okkum at velja tað søta

Nicklas Brendborg, rithøvundur og ph.d. lesandi í mýlalívfrøði og arvafrøði á universitetinum í Keypmannahavn er í hesum døgum er í Føroyum og heldur fyrilestrar.

Hann vísir millum annað á, at matvøruídnaðurin tilvitað fær okkum at velja tær ósunnu vørurnar.

- Tað er taktikkur hjá matvøruframleiðarunum, at matvøran verður gjørd soleiðis, at vit skulu dáma hana, og eta uttan at gerast mett. Á tann hátt fáa tey altíð okkum at keypa enn meira, sigur Nicklas Brendborg.

Tað er ikki so lætt at koma burtur úr teimum ósunnu vanunum, men tað tað letus seg gera sigur Nicklas Brendrup ið millum annað hevur skriva bók um vanar.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Bolero - satsir nr 2 úr symfonium.
215719
Sunnudag 1. november
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
215718
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688