Uppskot um at geva útróðrarbátum í 5B fleiri fiskidagar

Uppskot um at geva útróðrarbátum í 5B fleiri fiskidagar
Løgtingið skal nú taka støðu til, um landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum skal kanna møguleikan geva útróðrarbátunum í bólki-5b fleiri fiskidagar.
Savnsmynd
 
31.10.2025 - 18:47

Tað eigur at vera eitt minstamark fyri, hvussu ein fiskidagur í bólki-5b skal roknast. Tað halda løgtingsmenninir Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum, Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum og Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum. Tingmenninir hava í dag lagt uppskot til samtyktar fyri løgtingið, har teir skjóta upp at seta til dømis 150 kilo av veiðu sum minstamark fyri, nær ein avreiðing telur sum ein fiskidagur.

 

-Á henda hátt fæst sum mest burturúr fiskiskapinum, eins og skipanin gerst meira skynsom og gjøgnumskygd, siga tingmenninir í viðmerkingunum til uppskotið. Teir vísa á, at tað er næstan á hvørjum ári, at fiskidagar mangla í bólki-5b hjá útróðrarbátum. Hetta er bólkurin fyri tey, sum ikki hava útróður sum vinnuveg burturav.

 

Hálvan oktober boðaði Vørn frá, at fiskidagarnir í bólki-5b vóru allir brúktir, og tí skuldi hesin bólkur steðga við øllum, vinnuligum fiskiskapi. Tá Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nakrar dagar seinni varð spurdur, um hann fór at lata bólkinum fleiri fiskidagar, vísti hann á, at tað ikki tænir stovnsrøktini.

 

Landstýrið, Jóhan Christiansen

Caption: 
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen

 

-Skal bólkur-5b hava fleiri fiskidag í ár, so skal eg hava boð um tað úr løgtinginum, segði landsstýrismaðurin 22.oktober

 

Og nú skal løgtingið so taka støðu til, um landsstýrismaðurin skal fáa hesi boðini. Uppskotið til samtyktar - frá einum samgongulimi og tveimum andstøðulimum - sigur stutt og greitt, at "løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri at luta fleiri fiskidagar til bólk-5b og fyri at ásett verður eitt minsta mark fyri, hvussu ein fiskidagur í bólki-5b skal roknast, og leggja fram neyðug lógaruppskot í hesum sambandi."

 

Umboða teir tríggir uppskotsstillararnir sínar flokkar, so er talan um 22 løgtingslimir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011