Fuglaveiða skal fráboðast og kunngerast

Fuglaveiða skal fráboðast og kunngerast
Frá 1. januar skal fuglaveiða fráboðast Havstovuni
Havstovan skal skjótt hava at vita um hvønn veiddan fugl.
 
04.11.2025 - 06:51

Frá 1. januar skal fuglaveiða fráboðast Havstovuni.

Og Havstovan skal almannakunngera tølini fyri undanfarna árið á heimasíðu síni 1. mars hvørt ár, 
fyrstu ferð 1. mars 2027.

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið hevur sent uppskot um kunngerð um hetta til hoyringar.

Í uppskotinum eru nevnd 27 fuglasløg.

Tá byrsa er brúkt, skal upplýsast nær og hvar, tað var, hvussu nógv byrsufólk vóru og, hvussu nógvur fuglur var skotin, býtt á hvørt fuglaslag.

Tað sama skal upplýsast, tá onnur veiða er.

Tá skal veiðuhátturin eisini upplýsast, til dømis um talan er um fleyging ella ræning.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114