Bók skrivað um Toda Jónsson

Bók skrivað um Toda Jónsson
- Øll familjan í Føroyum er farin, so eingin er eftir at fortelja mína søgu, vissi eg eisini skuldi farið knappliga, sigur Todi Jónsson
 
06.11.2025 - 11:03

Hann kom til Danmarkar sum ein ungur føroyingur við einum dreymi um at spæla fótbólt. Hann endaði sum ein av teimum mest virðismettu áleyparunum í Superliguni.

Við sínum dugnasemi og djarva lyndi gjørdist hann eitt ikon í bæði Lyngby og FCK.

Nú er bók útgivin, sum fer tætt upp á Toda Jónsson - um lívið sum yrkisleikari, um at vera føroyingur í donskum fótbólti, og um hvat hendir, tá ið kroppurin ikki vil meir.

Seinastu mongu árini hevur Todi Jónsson javnan fingið fyrispurningar frá fólki, ið vilja skriva bøkur um seg, men hann hevur ongantíð havt hug til tað. 

Ikki fyrr enn nú, tí tíðin er tann rætta.

- Mín fyrsti tanki, tá eg fekk fyrispurningin frá Sólvit, var "nei, ikki aftur nú". Men nú er tað soleiðis, at øll familjan í Føroyum er farin, so eingin er eftir at fortelja mína søgu, vissi eg eisini skuldi farið knappliga, sigur Todi Jónsson og sigur seg fyrst og fremst vilja fortelja sína søgu fyri børnum sínum og føroyingum.

Í gott og væl hálvtannað ár hava hann og rithøvundurin, Sólvit E. Nolsøe, arbeitt við bókini.

- Tað hevur verið trupult at valt út, júst hvat og hvussu nógv eg skuldi fortelja í bókini, serliga frá privatlívinum. Men eg havi tikið tað við, sum er relevant, og sum fólk vita eitt sindur um frammanundan, sigur Todi Jónsson.

Í bókini verða fleiri fólk nevnd við navni og onkur meira privat viðurskifti verða løgd á blik.

-Eg komi ikki at blaka nakran undir bussin, tí soleiðis eri eg ikki sum persónur. Ting henda, tíðin fer, og eg havi ikki fyri neyðini at siga nakað ilt um nakran. So persónarnir, sum verða nevndir í bókini, eru vinmenn og fyrrverandi unnustur, men tað er alt nakað, sum fólk kanska vita eitt sindur um frammanundan, sigur Todi Jónsson.

Í morgunsendingini fortelja Todi Jónsson og Sólvit E. Nolsøe um samstarvið í sambandi við bókina og tosa um nakað av tí, sum skrivað verður um í nýggju bókini.  

1774614

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 11. mai
Status eftir 9. umfør
208190
Mánadag 11. mai
Morgunlestur mánadagur 11.mai 2026
208057
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 11. mai
Kakumiks 2 (7:7) - teknmálstulkað
208194
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158

Meira um sama evni