Vikugesturin: Leirvíkingur við stórum L

Vikugesturin: Leirvíkingur við stórum L
Jóhan Christiansen, sum júst er sagdur úr starvi sum landsstýrismaður, var Vikugestur.
Jóhan Christiansen er arbeiðsleysur 1. desember
Mynd: Bárður Lydersen  
 
08.11.2025 - 12:46

- Hetta ber boð um eitt høgrapopulistiskt rák í sonnum Donald Trump- og Elon Musk-stíli.

Tað untist bara Jóhan Christiansen at fáa átta mánaðir í sessinum sum landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum. Og hann heldur, at løgmaður breyt allar mannagongdir við at gera so skjótt av, tá ið hann smalkaði miðfyrisitingina.

Hóast hann finst at løgmanni fyri at bera alt ov skjótt at, tá ið hann fylgdi nýskipanarbólkinum og minkaði miðfyrisitingina við trimum aðalráðum - og harvið segði  Jóhan Christiansen úr starvi - so er hann glaður fyri ta tíðina, hann slapp at vera landsstýrismaður.

Jóhan Christiansen er leirvíkingur - við stórum L, sum hann málber seg - og hann býr í somu húsunum, sum hann vaks upp í.

Hann er bachelor í stjórnmálafrøði, men hann sigur sjálvur, at hann er alt ov friðleysur, til at sita á skúlabonki.

Sum borgarstjóri í Eysturkommunu í 12 ár, staðfestir hann, at samanleggingin er eini stór succes.

Hóast hann mest sum bara hevur havt størv, sum krevja at hann er nógv millum fólk, sum hann ikki kennir, so er hann innvendur. Orkuna finnur hann við at taka sær av seyðahundum.

Hoyr samrøðuna við Jóhan Christiansen, sum var vikugestur.

1775183

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809