Sakorzy latin leysur

Sakorzy latin leysur
Hann er dømdur fimm ára fongsul fyri mutur, men Sarkozy er latin leysur, til kærumálið byrjar
Nicolas Sarkozy er latin leysur, til kærumálið byrjar.
Mynd: Julien De Rosa/AFP/Ritzau Scanpix  
 
10.11.2025 - 14:17

Ein dómstólur í París hevur latið fyrrverandi forsetan, Nicolas Sarkozy, leysan úr fongslinum, meðan hann bíðar eftir, at kærumálið byrjar.

Avgerðin samsvarar við kravið hjá ákæruvaldinum.

Nicolas Sarkozy var í oktober fongslaður í París. Hann var dømdur fimm ára fongsul í september. 

Fyrrverandi franski forsetin var funnin sekur í ákærunum um samansvørjing í einum stórum máli um mutur, har hann millum annað var ákærdur fyri at hava tikið ímóti peningi til valstríðið hjá sær frá stjórnini hjá Muammar Gaddafi í Libya í 2007.

Nicolas Sarkozy var forseti frá 2007 til 2012.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949