Heimasandsfólk vilja hava tunnilsmunnan norðan fyri bygdina

Heimasandsfólk vilja hava tunnilsmunnan norðan fyri bygdina
Borgarafundur var á Sandi í gjárkvøldið
Heimasandsfólk vilja hava tunnilsmunnan til Suðuroyartunnilin norðan fyri bygdina.
 
13.11.2025 - 08:18

Eini 80-90 fólk møttu á borgarafundi heima á Sandi í gjárkvøldið.

Tað var Sands kommuna, sum vildi vita, hvat heimasandsfólk siga um vegaføringar í og uttan um bygdina, í samband við Suðuroyatunnilin.

 

Kristian Oskar Henriksen.

 

Kristian Oskar Henriksen, borgarstjóri, sigur, at niðurstøðan á fundinum var, at heimasandsfólk vilja hava tunnilsmunnan til Suðuroyartunnilin norðan fyri bygdina, sum er alternativa farleiðin, ið tunnilsbólkurin við Jón Sigurdssyni og Kristiani Stórhamar hava skotið upp.

Freistin at koma við viðmerkingum til uppskotið um linjuføringina til Suðuroyartunnilin er í morgin klokkan 16. 

Hoyr samrøðu við Kristian Oskar Henriksen í útvarpstíðindunum: 

 

13122025_Fundur_a_Sandi

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507