Vaknaðu við kaldan dreym ímóti náðileysum kroatum

Vaknaðu við kaldan dreym ímóti náðileysum kroatum
"Lítli Geza" legði Føroyar á odda við sínum fyrsta landsliðsmáli, men kroatar settu ferðina upp og revsaði føroyingarnar, sum manglaðu effektivitetin í álopsspælinum
Gézá Dávid Turi legði Føroyar framum við sínum fyrsta landsliðsmáli, men kroatar vóru ov sterkir í Rijeka
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
15.11.2025 - 00:15

Føroyar vóru í dreymalandi nakrar minuttir í fyrra hálvleiki, men skjótt vísti Kroatia, hví teirra landslið eru nummar 11 í heiminum, og so vaknaðu føroyingarnir við kaldan dreym. HM-endaspælið kámaðist og hvarv til endans heilt.

Géza Dávid Turi skeyt sítt fyrsta landsliðsmál, tá hann við einum avrættaðum skoti av brotsteigarmarkinum legði Føroyar framum eftir gott korter. 

 - Tað var ein ótrúlig kensla, tá mann skýtur og sær, at bólturin fer í málið ímóti Kroatia. Mann fer í sjokk, tí tá veit mann, at mann hevur ein kjans at kvalifisera seg, segði málskjúttin, sum fekk føroyskt pass í januar eftir drúgva bíðitíð.

 

HM-dreymurin brast

Røkkstøkk-dysturin um pláss í HM-endaspælinum hvarv kortini sum døgg fyri sól. Josko Gvardiol javnaði stutt eftir føroyska leiðslumálið eftir ivasamt verjuspæl í føroyska brotsteiginum, og eftir steðgin settu kroatar ferðina upp, tá Petar Musa og Nikola Vlasic tryggjaði heimaliðnum sigurin frammanfyri fegnari áskoðarafjøld í Rijeka.

Kroatar vístu, hví teir eru fremst í bólkinum, helt venjarin, Eyðun Klakstein, sum kortini ikki fekk latið vera við at iðra seg um laka úrslitið.

 - Tú verður nógv bjóðaður av, og vit stóðu nógv í verjustøðu. Men onkuntíð hava vit klára at forða fyri eitt sindur meir enn í dag, og vit fingu ivaleyst av kontra til at skora meir eisini, staðfesti venjarin, sum kortini er væl nøgdur við undankappingina, sum við 12 stigum er hin besta hjá mandslandsliðnum yvirhøvur.

 

Ætlar sær til EM-endaspælið

Andrias Edmundsson iðraði seg eisini um tapið, men var kortini bjarskygdur um útlitini hjá føroyska manslandsliðnum eftir frálíka árið undir nýggja venjaratoyminum. 

 - Gamaní tapa vit í dag, men vit skulu ikki fara niður við høvdinum. Vit hava havt eitt fantastiskt landsliðsár, og nógvir hava havt nógva suksé í ár, so at tapa fyri Kroatia á útivølli er, hvat tað er, segði miðverjin.

 - Vit koma sterkt aftur, og vit ætla okkum til eitt EM-endaspæl.

Fyrst er venjingardystur ímóti Kasakstan á skránni, áðrenn næsta árið bíður upp á Nations League-kapping. Hon byrjar ikki fyrrenn í heyst, og tað er spell, tí hugurin hjá venjarum, spælarum og føroyska fólkinum til mandslandsliðsfótbólt er av álvara kyknaður aftur.

Júst tað eiga Eyðun Klakstein, Atli Gregersen og restina av føroyska landsliðstoyminum æruna av, og tey flestu munnu gleða seg til framhaldið.

 

251114_KRO_FO

 

Rijeka-leikvøllurin (HM-undankapping, 8. umfar)

Kroatia - Føroyar, 1-3 (1-1)
0-1 Géza Dávid Turi, 17. min.
1-1 Josko Gvardiol, 23. min.
2-1 Petar Musa, 57. min.
3-1 Nikola Vlasic, 70 min. 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 3. mars
Corrado Rustici um Chaire
205061
Týsdag 3. mars
Morgunlestur týsdagur 3.mars 2026
204717
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623