Loysir seg framvegis væl at reka bankavirksemi í Føroyum

Loysir seg framvegis væl at reka bankavirksemi í Føroyum
Føroysku bankarnir hava stór yvirskot og vandin fyri at missa pengar er sera lítil, og munurin millum útlánsrentuna og innlánsrentuna er nú 3,75 prosent, vísir nýggj greining
Føroysku bankarnir hava stór yvirskot vísir greining hjá Landsbankanum.
Mynd: Savn  
 
15.11.2025 - 12:42

Tað loysir seg framvegis væl at reka bankavirksemi í Føroyum.

Føroysku bankarnir høvdu tilsamans 393 milliónir krónur í yvirskoti, fyrra hálvár í ár. Teir báðir stóru bankarnir - Betri Banki og Føroya Banki - eiga størstu yvirskotini, ávíkavist 178 milliónir og 190 milliónir. Norðoya Sparikassi hevði góðar 20 milliónir í yvirskoti, og Suðuroyar Sparikassi 4,5 milliónir.

Yvirskotini eru nakað minni enn fyrra hálvár í fjør - tá tjentu bankarnir tilsamans 415 milliónir.

Landsbankin hevur eisini hugt eftir útláns- og innlánsrentunum hjá bankunum. 

Miðal útlánsrentan var 4,4 prosent í september. 

Miðal innlánsrentan var 0,65 prosent í september.

Munurin millum útláns- og innlánsrentuna - tann sonevndi rentumarginalurin - er nú 3,75 prosent.

Rentan er lækkað nakað síðsta hálva annað árið. Tá var meðal útlánsrentan umleið 5,5 prosent og meðal innlánsrentan 1 prosent. Tá var rentumarginalurin sostatt 4,5 prosent.

Greiningin hjá Landsbankanum vísir eisini, at tað er stórt sæð eingin vandi við at reka bankavirksemi í Føroyum.

Í fjør vóru tapini hjá føroysku bankunum av útlánunum til vinnukundar 0,3 prosent av samlaðu útlánunum. 

Tapini av útlánunum til húsarhaldini vóru enn minni - tey vóru 0,1 prosent av samlaðu útlánunum.

Gamaní seta bankarnir meira av móti tapi - í ár seta bankarnir 3,5 prosent av útlánunum til vinnukundar av móti tapi. Og av lánunum til húsarhaldini seta bankarnir av móti tapi tilsamans 0,9 prosent av samlaðu útlánunum. Men sambært greiningini vísir gongdin síðstu árini, at stórt sæð einki verður mist, og kann tí inntøkuførast aftur.

Undanfarnar greiningar hjá Landsbankanum av føroysku bankunum vísa samanumtikið, at yvirskotini hjá føroysku bankunum hava verið sera stór, síðstu árini.

Í fjør høvdu bankarnir tilsamans 792 milliónir í yvirskoti. Í 2023 vóru yvirskotini tilsamans 776 milliónir, í 2022 vóru yvirskotini tilsamans 308 milliónir, og í 2021 vóru yvirskotini tilsamans 498 milliónir. 

Og higartil í ár, tað vil siga fyrra hálvár, eru yvirskotini tilsamans 393 milliónir.

Tað vil siga, at síðstu fýra og eitt hálvt árini hava føroysku bankarnir tjent tilsamans smáar 2,8 milliardir krónur, ítøkiliga eru yvirskotini 2 milliardir og 767 milliónir krónur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. juli
Nert ikki við á Pride 2026
211326
Mánadag 27. juli
Oyggjar undir trýsti – 4. sending
210596
Mánadag 27. juli
Poppverturin 9
208463
Mánadag 27. juli
RagnarRokk: J. Asgaard um Hævnen
209128
Sunnudag 26. juli
Søgan um Johnny Cash 4. partur
211306
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. juli
Á ólavsøku 2026 - teknmálstulkað
211359
Týsdag 28. juli
Kendir føroyingar: Kjølbro
73163
Týsdag 28. juli
Upp á gólv - Ólavsøkuaftan 2026
211331
Týsdag 28. juli
Teim bilti ei magn og mót
48851
Týsdag 28. juli
Ólavsøkuróðurin 2026
211357