Føroyar vunnu lykladyst

Føroyar vunnu lykladyst
Føroyar sigraðu sunnudagin í týðandi dystinum móti Luksemburg í evropeisku smálandakappingini í talvi fyri landslið
Jón í Horni, Luitjen A. Apol, Høgni E. Nielsen og Helgi Dam Ziska vunnu á Luksemburg sunnudagin
Mynd: Talvsamband Føroya  
 
16.11.2025 - 21:32

Føroyar vunnu á Luksemburg í tí, sum skjótt kann vísa seg at gerast lykladysturin í evropeisku smálandakappingini í talvi fyri landslið í Kýprós í hesum døgum.

Føroyar og Luksemburg eru eftir styrkitølunum bestu liðini í kappingini, men í dystinum sunnudagin fingu Føroyar 2½ stig og mótstøðuliðið 1½.

Í 3. umfari í mánadagin fyrrapart eiga Føroyar triðja lykladystin á rað. Tá verður telvað móti Andorra, sum er smálandameistari. Hesaferð eru teir styrkismettir nummar trý.

 

Høgni og Luitjen tryggjaðu Føroyum sigurin

Høgni Egilstoft Nielsen telvaði aftur trygt og sannførandi og vann annan dagin á rað. Hesa ferð ímóti Fred Berend, skrivar Talvsambandið.

Luitjen Akselsson Apol vann eisini, men stóð eitt sindur kroystur við svarta fólkinum. Í fløktari og taktiskt løddari støðu undir tíðartrýsti snávaði Philippe Linster, og føroyingurin var bæði kringur og knappur.

Helgi Dam Ziska hevði munin við svarta fólkinum í jøvnum endatalvi, men var kanska ikki nóg neyvur, og so fjaraði av til remis ímóti Michael Wiedenkeller

Í toppdystunum eru unglingarnir hjá okkum á fjórða borði undir trýsti. Jón í Horni Nielsen var ikki mentur at standa sterku Elviru Berend úr Luksemburg kurl, men tá var dysturin tíbetur longu vunnin. 

 

Úrslit í 2. umfari (sunnudagin 16. november)

Luksemburg - Føroyar 1½ - 2½
Andorra - Kýprós 1½ - 2½
Liktinstein - Malta 2½ - 1½
Monako - Guernsey 3½ - ½
Jersey - San Marino 2 - 2

Støðan eftir 2. umfar

Føroyar 4 stig (6)
Liktinstein 4 stig (5)
Kýprós 3 stig (4½)
Andorra 2 stig (5½)
Malta 2 stig (5)
Monako 2 stig (4)
Jersey 1 stig (3½)
Luksemburg 1 stig (3½)
San Marino 1 stig (2)
Guernsey 0 stig (1)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928