Ráðførsla um WTO

Ráðførsla um WTO
Mikudagin fer landsstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum at ráðføra seg við uttanlandsnevndina um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í WTO
 
17.11.2025 - 07:00

Nú nærkast føroyska umsóknin um limaskap í WTO, heimshandilsstovninum.

Mikudagin fer landssstýriskvinnan í uttanríkis- og vinnumálum at ráðføra seg við uttanlandsnevndina um sjálvstøðugan føroyskan limaskap í WTO.

Fyri góðum tveimum mánaðum síðani staðfesti ein grein 6 nevnd, at Føroyar hava rætt til sjálvstøðugan limaskap í WTO.

Grein 6 nevndin var sett sambært grein 6 í heimastýrislógini.

Greinin ásetir, at tá ivamál eru um, hvørji viðurskifti hoyra undir føroyska heimastýrið, skulu hesi loysast í serligari nevnd. 

Í nevndini vóru Bjørn Kunoy, sendimaður í Washington, og Sjúrður Rasmussen, serligur løgfrøðiligur ráðgevi í Løgmansskrivstovuni.
 
Umboðini hjá donsku stjórnini vóru Vibeke Pasternak Jørgensen, stjóri fyri løgfrøðiligu tænastuna í Uttanríkisráðnum, og Anders Sparholt Jørgensen, deildarleiðari í Løgmálaráðnum. 

Hægsti rættur valdi Jens Peter Christensen, hægstarættarforseti, sum var formaður í nevndini, og hægstarættardómararnar Lars Hjortnæs og Jens Kruse Mikkelsen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974