Sjey skiftingar á fótbóltslandsliðnum

Sjey skiftingar á fótbóltslandsliðnum
Eyðun Klakstein og Atli Gregersen hava gjørt sjey broytingar millum teir fyrstu ellivu til venjingardystin móti Kasakstan, samanborið við liðið, ið byrjaði ímóti Kroatia
Jann Benjaminsen og Adrian Justinussen fáa kjansin ímóti Kasakstan
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
18.11.2025 - 16:07

Klokkan 17.00 byrjar venjingardysturin millum Føroyar og Kasakstan, sum verður spældur á Aldo Drosina Stadion í Pula í Kroatia.

Samstundis er hetta ársins síðsti dystur hjá manslandsliðnum, ið annars hevur havt eitt framúr landsliðsár við tilsamans fýra góðum sigrum, ið eru komnir í hús ímóti Gibraltar tvær ferðir, og Montenegro og Kekkia.

Venjararnir, Eyðun Klakstein og Atli Gregersen brúka venjingardyst í dag til at royna aðrar spælarar. Eitt nú er Andrias Edmundsson ikki við í hópinum móti Kasakstan. Í hansara stað í miðverjuni kemur Arnbjørn Svensson, skrivar fsf.fo.

Bárður á Reynatrøð verður í mál, og í verjuni vera Jann Benjaminsen, Odmar Færø, ið eisini er liðskipari, Gunnar Vatnhamar, Arnbjørn Svensson og Martin Agnarsson. Á føroyska mvøllinum byrja Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð og Adrian Justinussen, og fremsti maður verður Petur Knudsen.

Á bonkinum sita Mattias Lamhauge, Bjarti Vitalis Mørk, Viljormur Davidsen, Gullbrandur Øregaard, Ási Dam, Geza Dávid Turi, René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Poul Kallsberg, Meinhard Egilsson Olsen, Jóan Símun Edmundsson og Páll Andrasson Klettskarð.

Venjingardysturin millum Føroyar og Kasakstan verður bríkslaður í gongd klokkan 17:00. FM 1 hevur beinleiðis útvarpsfrásøgn frá dystinum, sum eisini kann síggjast í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya frá kl. 16.50.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Mánadag 9. mars
Morgunlestur mánadagur 9.mars 2026
205067
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299