Fyrrverandi sýslumaður skuldsettur fyri at bróta lóg um djóravælferð

Fyrrverandi sýslumaður skuldsettur fyri at bróta lóg um djóravælferð
Jens Jensen heldur, at leiðslan í løgregluni hevur ikki skilt, hvat veruleikin í Føroyum snýr seg um
Jens Jensen er fyrrverandi sýslumaður. Nú er hann skuldsettur fyri brot á lógina um djóravælferð.
 
19.11.2025 - 14:21

- Hetta  er langt úti, og eg síggi tað sum eitt tekin um, at løgregluleiðslan í Føroyum als ikki hevur skilt, hvat veruleikin í Føroyum snýr seg um.

Tað sigur Jens Jensen, fyrrverandi sýslumaður, sum í tveimum førum er skuldsettur fyri brot á lógina um djóravælferð.

Talan er um tvey grindadráp í Hvannasundi í fjør:

 

19112025_Jens_1

 

Jens Jensen veit ikki, um ella nær hann kann rokna við at verða ákærdur í málinum:

 

Jens_2

 

Spyr landsstýrismannin 

Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, hevur sett landsstýrimanninum í fiskivinnu- og samferðslumálum, Jóhan Christiansen, fyrispurning um ákærur móti sýslumanni og grindaformonnum í sambandi við, at grind er hildin til.

Hann spyr millum annað, um tað er rætt, at ákærur eru reistar ímóti sýslumanni og grindaformonnum í sambandi við kærur frá útlendskum felagsskapum, sum vilja steðga grindadrápi.

Og um so er,  hvussu er hetta gjørt, við hvørjari grundgeving og hvørjari heimild.

Høgni Hoydal spyr, hvat landsstýrismaðurin ætlar at gera.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028