Vil keypa triðjalandsfisk til Føroya

Vil keypa triðjalandsfisk til Føroya
Gerhard Lognberg hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið um stuðul til keyp av triðjalandsfiski ella norskum fiski
Í Sandoynni eru eingi skip, sum hoyra til virki, og tískil fær virkið, ið er í gongd í dag, nærum ongan fisk, sigur tingmaðurin
 
05.12.2013 - 16:42

Sandoyartingmaðurin, Gerhard Lognberg, mælir tinginum til at heita á landsstýrið um at kanna, hvussu stuðul kann latast til flakavinnuna at keypa frystan fisk úr triðjalondum og Noregi at virka í Føroyum. Tað skrivar sandportal.fo.

Hann fer at leggja eina frágreiðing um hetta fyri løgtingið.

Gerhard Lognberg sigur í viðmerkingunum til uppskotið, at hetta fer at koma øllum í landinum til góðar, serliga har smærri virkir eru, og sum ongan fisk hava, og tískil kundu keypt triðjalandsfisk ella norskan fisk.

 

Gerhard: Einki fiskaarbeiði í oynni

- Millum annað er Sandoyggin komin í eina ringa støðu, tí nærum einki fiskaarbeiði er í oynni.

-Í dag eiga virkini skipini, sum tí bert landa til síni virki. Í t.d. Sandoynni eru eingi skip, sum hoyra til virki, og tískil fær virkið, ið er í gongd í dag, nærum ongan fisk.

-Møguleikin, sum var fyri at keypa á uppboðssøluni, er ikki til meira, og tískil er møguleikin, sum Sandoyggin og onnur høvdu, tá ið kravið var, at ein triðingur skuldi fara um uppboðssøluna, púra burtur, sigur Gerhard Lognberg.

 

Gagnar øllum landinum

Tingmaðurin vísir á, at tað verður ein stórur trupulleiki kring landið og í Sandoynni, um flakavirkini detta niður fyri, og tí átti landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ´- eftir hansara tykki - at gjørt alt fyri, at flakavirkini sleppa í gongd aftur.

Víðari vísur uttanflokkatingmaðurin á, at størsti trupulleikin í tilgongdini við at keypa frystan fisk er at fíggja fiskin, frá tí at hann er keyptur, t.d. í Noregi, og til hann er liðugt viðgjørdur í Føroyum og seldur aftur.

- At landið stuðlar hesi mannagongd, fer ikki at verða ein útreiðsla fyri landið, men ístaðin ein stór inntøka. Fólk sleppa aftur til arbeiðis og koma harvið at rinda skatt bæði til land og kommunur, ístaðin fyri at vera í t.d. ALS skipanini, sigur Gerhard Lognberg m.a. í viðmerkingunum til uppskot sítt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
180769
Mánadag 16. september
3-2 (16. september 2024)
180768
Sunnudag 15. september
Møti úr Hebron í Leirvík
180712
Leygardag 14. september
Veðrið - teknmálstulkað
180673
Leygardag 14. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
180669