Effo bíðar eftir avgerð í Kærustovninum um Eysturlund

Effo bíðar eftir avgerð í Kærustovninum um Eysturlund
Fundur verður fyri jól, men tað kann taka drúgva tíð at avgreiða málið
Ætlanin var, at Havsbrún skuldi brúka streymin frá Eysturlund til at taka burtur alla nýtsluna av tungolju, sum Havsbrún brúkar til at gera damp. Men umsóknin var noktað, og síðani hevur Effo kært málið.
 
26.11.2025 - 13:25

Enn er eingin avgerð komin frá Kærustovninum í málinum um vindmyllulundina, Eysturlund, sum Effo ætlar at byggja í Lambahaganum.

Umhvørvisstovan helt seg ikki kunna geva Effo loyvi til at leggja ein kaðal úr Lambahaganum til Fuglafjarðar, og tí fekk Effo noktandi svar. 

Ætlanin var, at Havsbrún skuldi brúka streymin frá Eysturlund til at taka burtur alla nýtsluna av tungolju, sum Havsbrún brúkar til at gera damp.

Tað hevði havt við sær, at umhvørvismyndugleikin, sum stendur fyri at minka CO2-útlátið, og sum skal gera Føroyar grønari, mátti nokta einari umsókn, sum kundi bøtt um støðuna á báðum økjum.

 

Føroya Kærustovnur. 

 

Kærdi avgerðina til Elveitingareftirlitinum

Effo góðtók ikki avgerðina frá Elveitingareftirlitinum og kærdi til Føroya Kærustovn, og har er málið í løtuni.

Kringvarpið hevur tosað við Føroya Kærustovn í dag, og vit hava fingið at vita, at støða er ikki tikin til málið. Miðað verður eftir at avgreiða slík mál, áðrenn sjey mánaðir eru farnir, men tað kann gerast drúgvari, um talan er um eitt fløkt mál.

 

Fundur fyri jól

Fundur er ásettur í málinum at vera fyri jól, og á tí fundinum fáa partarnir í málinum, tað vil siga umsøkjarin, myndugleikin og møguligur triði partur, høvi at leggja fram og greiða frá sínum sjónarmiðum í málinum.

Eftir tað kann ein avgerð so væntast, áðrenn ov rúm tíð gongur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120