Tóri Højgaard: Kann ikki fara afturvið óátalað

Tóri Højgaard: Kann ikki fara afturvið óátalað
Varaborgarstjórin í Runavíkar kommunu hevur meldað Jonhard Danielsen til løgregluna fyri hóttandi útsagnir
Tóri Højgaard er varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.11.2025 - 08:45

- Málið er prinsipielt, og tað kann ikki fara afturvið óátalað. 

Tað sigur Tóri Højgaard, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum hevur meldað Jonhard Danielsen til løgregluna fyri hóttandi útsagnir á landsfundi hjá Fólkaflokkinum.

Málið um valið í Runavíkar kommunu var kært til Løgmálaráðið og meldað til løgregluna. Og tað er hetta sama málið, sum er orsøk til, at Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður í lógar- og kommunumálum, fríggjadagin gjørdi av, at umval skal vera í Runavíkar kommunu.

Í røðuni nevnir Jonhard Danielsen ongan við navni, men Tóri Højgaard heldur seg vita, hvørjum hóttanirnar eru rættaðar ímóti.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27112025_Tori_Hojgaard

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV