Zelensky vil útskriva val, um Putin tekur undir við vápnahvíld

Zelensky vil útskriva val, um Putin tekur undir við vápnahvíld
Kreml sigur í dag, at Russland kann taka undir við vápnahvíld afturfyri ein møguligan valdag í Ukraina
Ukrainski forsetin sigur seg vera til reiðar at útskriva val, um Russland tekur undir við vápnahvíld.
Mynd: Tetiana Dzhafarova/AFP/Ritzau Scanpix  
 
12.10.2026 - 16:00

Forsetin í Ukraina, Volodymyr Zelensky, sigur, at hann fer at skriva út val, um russiski forsetin, Vladimir Putin, tekur undir við vápnahvíld millum londini bæði.

Hetta hendir eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, fanst at Zelensky og segði, at Ukraina "hevur brúk fyri nýggjum forseta".

Orsøkin er, at Kyiv ikki vil geva lyfti um at gevast við álopum á russiska orkukervið.

Kreml sigur í dag, at Russland kann taka undir við vápnahvíld afturfyri ein møguligan valdag, skrivar Reuters.

- Putin hevði verið til reiðar at givið boðini um at gevast við álopum á Ukraina á sjálvum valdegnum, um Kyiv veruliga vil hava valið, sigur Kreml í fráboðan, sum Reuters endurgivur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595