Búskaparráðið: Fíggjarpolitiska regluverkið skal eisini umfata kommunur

Búskaparráðið: Fíggjarpolitiska regluverkið skal eisini umfata kommunur
Hámark skal setast fyri, hvussu nógv almennu rakstrarútreiðslurnar kunnu vaksa, sama hvussu inntøkurnar vaksa
Búskaparráðið vil hava eitt fíggjarpolitiskt regluverk, sum munar.
 
12.10.2026 - 15:15

Búskaparráðið heitir enn einaferð á politisku skipanina um at seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk - sum munar. 

Fíggjarpolitiska regluverkið skal fevna um bæði land og kommunur, sigur Búskaparráðið.

Tað skal seta eitt hámark fyri, hvussu nógv almennu rakstrarútreiðslurnar kunnu vaksa árliga, sama hvussu inntøkurnar vaksa.

Fíggjarlógaruppskotið eigur at áseta, hvussu stórt hallið í mesta lagi kann vera í einstaka árinum, men eftir fýra ella fimm árum skal fíggjarlógin javnviga.

Búskaparráðið sigur eisini, at:

Royndirnar í Føroyum vísa, at tað er torført hjá politisku skipanini at standa ímóti og ikki økja um nýtsluna í góðum tíðum, tí nógv verður brúkt, tá ið inntøkurnar eru stórar og øvut. 

Og tað sæst millum annað við, at landskassin og kommunukassarnir hava stór hall í bestu tíðum, sigur Fíggjarmálaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364