Oyggj fær byggisamtykt

Oyggj fær byggisamtykt
Svínoy fær nú sína fyrstu byggisamtykt.
Svínoy fær nú byggisamtykt.
 
28.11.2025 - 06:32

Svínoy fær nú sína fyrstu byggisamtykt.

Býarskipanarnevnd landsins hevur góðkent byggisamtyktina fyri oynna.

Hon hevur verið leingi á veg.

Uppskotið um hana lá alment frammi tríggjar ferðir, seinast frá 22. apríl til 13. mai í fjør.

12 mótmæli og viðmerkingar komu. Tey eru viðgjørd í Klaksvíkar býráði.

Býráðið samtykti uppskotið um byggisamtykt 14. oktober í fjør.

Umsitingin hjá kommununi og býráðið hildu, at onkrar viðmerkingar og broytingaruppskot kunnu viðgerast sum sjálvstøðug mál um broytingar í byggisamtyktini eftir, at byggisamtyktin er sett í gildi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214